Friday, January 25, 2008

Til móttøku hjá SSL


Í dag er móttøka á Tvøroyri í sambandi við at umsitingin hjá SSL er flutt suður og av álvara byrjar sítt virksemi í býnum. Sum skilts hava nógv fólk verið á gátt fyri at bjóða stovninum og starvsfólkunum vælkomin.

Sunday, January 20, 2008

Takk fyri stuðulin

Tykkum 869 kring alt landið, ið atkvøddu fyri mær í gjár, verður veitt ein hjartans tøkk fyri sýnda álitið.

Friday, January 18, 2008

Umhvørvisverndartiltøk og viðarvøkstur

Í hesum døgum lýsir Innlendismálaráðið við játtanini til umhvørvisverndartiltøk og játtanini til viðarvøkstur.

Fyrra er ætlað til tiltøk, sum verja og menna vitanina um náttúruna og umhvørvi, meðan seinna er ætlað til planting og vernd av viðarvøkstri.

Tað verður oftani sagt, at føroyingar hava ov lítlan áhuga fyri umhvørvinum, og at tað skal ein hugburðsbroyting til.

Eg má siga, at tey bæði árini eg virkaði sum landsstýrismaður í umhvørvismálum, og hevði ábyrgdina av býtinum av hesum játtanum, var áhugin stórur.

Eg minnist ikki allar verkætlanirnar, ið eg var við til at játta stuðul til, men nakrar.

Tær eru:

  • Verkætlanin í Nólsoy við vind- og vetnisorku
  • Sólorkuskipanin í Tofta skúla
  • Fríðkan av ósanum í Vági
  • Sólorkuskipan í Stóra Dímun
  • Menning av oljuskiljuskipanini hjá Kaj Joensen
  • Gerð av undirvísingartilfari hjá Tórshavnar kommuna
  • Víðkan av viðarlundini í Trongisvági
  • Fyrireiking av viðarlund í Skálavík
  • Fyrireiking av viðarlund í Porkeri
  • Vernd av baraldi í Dysjunum, Skálavík
  • Vernd av baraldi í Svínoy

Á Økrum, hin 18. januar 2008


Jacob Vestergaard

Thursday, January 17, 2008

Havnin er full av plakatum


Í Havnini er stríð um góðu støðini til plakatir. Hvørt horn, hvør rundkoyring, hvør ljósasteyri og hvørt busskýli, er klætt við plakatum við valevnum úr øllum landinum.
So er at vóna at tað ger mun :-)


Kyoto, Kambsdalur og kúvending løgmans

Eg lurtaði eina løtu eftir kjakinum millum floksformennirnar á fundi í Kambsdali týsdagin. Eitt av málunum, sum var til viðgerðar var Kyoto-protokollin, og tað var ikki smávegis av burturforkláringum og útnevningum av syndabukkum, ið komu fram undir tí viðgerðini.


Tjóðveldi
M.a. segði formaðurin hjá Tjóðveldi, at hansara flokkur tvær ferðir hevur lagt Kyoto-protokollina fyri tingið.

Tað er, fyri at siga tað pent, í mesta lagi ein hálvur sannleiki.

Tað er rætt, at Hergeir Nielsen tvær ferðir hevur lagt mál fyri tingið, sum hava havt orðið“Kyoto“ í málsheitinum. Málini hava, sum so nógv frá Hergeiri Nielsen verið fakliga væl lýst, men tá tað kemur til politiska veruleikan, tykjast bæði Hergeir Nielsen og Tjóðveldi at missa fótafesti og fara á flog.

Í uppskotinum verður nevniliga mælt til:

” ..at landsstýrið tekur upp samráðingar beinleiðis á millumtjóðastøði til tess at áseta egna kvotu og binda okkum beinleiðis mótvegis altjóða stovnum.”

Hetta letur seg snøgt sagt ikki gera.

Fyri tað fyrsta, var liðugt at samráðast um útlátskvoturnar í Kyoto-protokollin í 1997. Fyri tað næsta, er Kyoto-protokollin eitt ískoyti til Veðurlagssáttmálan frá 1992, og kunnu bert sjálvstøðugar tjóðir verða partar av slíkum.

Tískil kunnu vit ikki í hesum máli taka upp samráðingar á altjóða stigi, men vit kunnu royna at ávirka danskar myndugleikar soleiðis, at vit kunnu luttaka í framtíðar samráðingunum, so hædd verður fyri føroyskum viðurskiftum, tá ríkið verður bundið til einihvørja altjóða skyldu.

Hetta er tað, sum Fólkaflokkurin ætlar at gera í mun til veðurlagsráðstevnuna í Keypmannahavn í 2009. So er bert at vóna, at handfaringin hjá løgmanni av málinum, sum lýst seinni í hesi grein, ikki hevur viknað okkara støðu óneyðugt.

Sostatt er støðan hon, at so longi sum Føroyar eru ein partur av danska ríkinum, letur uppskotið hjá Tjóðveldi seg ikki gera. “Like it or not”.

Ikki tí, Tjóðveldi veit væl av hesum. Tá tað tænir teimum, verður hesin veruleiki nýttur, sum t.d. tá sagt verður, at føroyskt fullveldi er fyritreytin fyri luttøku í EBS, EFTA ella í OL.

Støðan er júst tann sama, tá tað snýr seg um Kyoto-protokollina.


Javnaðarflokkurin
Jóannes Eidesgaard gav enn eina sjófrágreiðing um Kyoto-protokollina í Kambsdali.

Hann segði seg hava gjørt, hvat hann kundi í hesum máli, men Fólkaflokkurin sveik, ella okkurt tílíkt, sum einki hald er í.

Sannleikin er, at landsstýrið, og tað vil siga samgongan millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Fólkaflokkin vóru samd í hesum máli. Tað var lagt fyri tingið av løgmanni og samtykt av stórum meiriluta í løgtinginum.

Tá, ið á stóð, var tað bert ein, sum sveik.

Tað var Jóannes Eidesgaard og Javnaðarflokkurin.


Støðan hjá landsstýrinum
Tann 19. september 2007 legði løgmaður uppskot til samtyktar fyri tingið, um at taka fyrivarni fyri Kyoto protokollini av.

Saman við uppskotinum til samtyktar var hjáløgd faklig meting av, hvussu nógv útlátið úr Føroyum fór at minka, um tiltøkini í orkupolitikkinum frá 2006 vórða sett í verk sum skjótast. Metingin var, at útlátið frá landi fór at minka við umleið 16 % fram til 2012.

Uppskotið bygdi á loysn, ið undirrritaði hevði lagt fyri landsstýrið 7. september 2007, og sum mælti til, føroyska íkastið til skylduna hjá danska ríkinum, ella ríkisfelagsskapinum at skerja sítt útlát við 8%, skuldi verða tann minking í útlátinum, sum ein fremjan av tiltøkunum í orkupolitikkinum hevði við sær.

Eitt samt landsstýri tók undir við hesi loysn og var John Johannesen, tingmaður hjá javnaðarflokkinum so lukkuligur yvir hetta, at hann sama dag hevði avritað nærum allan tekstin úr uppritinum frá landsstýrisfundinum yvir í tíðindaskriv á síni heimasíðu við yvirskriftini: Kyoto í gildi beinanvegin

So tað var ongin orsøk til at halda annað enn, at javnaðarflokkurin tók undir við loysnini á Kyotomálinum við fullum huga.

So skuldi tó ikki vera.


Kúvendingin
Tann 24. september 2007 var løgmaður, eins og undirritaði, kallaður til fundar hjá uttanlandsnevndini at viðgera málið.

Við sær á fund hevur løgmaður bræv frá danska umhvørvismálaráðharranum Connie Hedegaard. Í brævinum var kravboð um, at Føroyar skuldi átaka sær sama niðurskurð í útlátinum, sum EU hevði sámrátt seg til í 1997, og skuldi Føroyar eisini átaka sær at gjalda við kassa 1, um vit ikki megnaði hetta.

Nú kúvendi løgmaður.

Frá at stuðla eini virðiligari loysn, sum landsstýrið var samt um, og sum tók støði í hvat er rímiligt fyri føroyska samfelagið, byrjaði føroya løgmaður, eins og við flaggmálinum í Reykjavík, at dansa eftir pípuni hjá dønum.

Nú vildi hann ikki kennast við innihaldið í sínum egna uppskoti. Í vónloysisøði gekk hann á fund eftir fund við uttanlandsnevndini, har trýst varð lagt á nevndina um at fáa innihaldið í uppskotinum tulkað soleiðis, at tað var í tráð við donsku kravboðini.

Hetta bar jú ikki til, tí nevndin kundi illa fáa annað burturúr uppskotinum hjá løgmanni, enn tað sum orðingarnar søgdu. Nevniliga, at føroyska íkastið til skylduna hjá danska ríkinum sambært Kyoto, skuldi verða tann minking í útlátinum, sum ein fremjan av tiltøkunum í orkupolitikkinum hevði við sær.

Tá tað ikki eydnaðist, var bert eitt at gera. Tað var at leggja eftir øðrum.

Fólkaflokkurin varð skýrdur at turka ábyrgdina uppá danir, og teir 26 tingmenn, sum atkvøddu fyri uppskoti løgmans, vórðu enntá skuldsettir fyri bert at gera tað av hálvum hjarta og til at pynta seg við.

Tað man vera eindømi í løgtingssøguni at ein løgmaður, sum fær fulla undirtøku fyri uppskoti hann sjálvur hevur lagt fyri tingið, eftirfylgjandi hartar tingið fyri ikki at hava tulkað uppskotið fullkomuliga øðrvísi, enn soleiðis sum tað var ætlað og orðað.


Sannleikin
Sannleikin um Kyotomálið er, at landsstýrið tók eina virðiliga og skilagóða avgerð.

Eina avgerð, sum bygdi á at eina meting av, hvussu nógv okkara samfelag megnar at skerja útlátið av veðurlagsgassum fram til 2012.

Ein ábyrgdarfull avgerð yvirfyri bæði altjóða samfelagnum og føroyska samfelagnum.

Hesa avgerð stendur Fólkaflokkurin við.

Eg ivist onga løtu í, at hevði løgmaður gjørt tað sama og víst dirvi og hildið fast við áheitanina á danir um, at føroysk fyrivarni fyri Kyoto varð tikið av, soleiðis sum løgtingið hevur samtykt, so var tað eisini hent.

Tí sjálvt danskir myndugleikar duga at síggja, at tað er órímiligt, at teir royna at áleggja Føroyum eina altjóða binding, sum tekur støði í, hvat EU hevur samrátt seg fram til, tá onnur lond, sum t.d. Ísland og Norra, sum líkjast Føroyum meira enn EU, megna at samráða seg fram til heilt aðrar treytir.

Her skal eisini havast í huga, at hvørki ST ella Kyoto-protokollin seta Føroyum ávísa treyt um skerjing av útlátinum, tí í hesum sambandi eru vit bert ein landafrøðiligur partur av danska ríkinum.

Men danir royna sjálvandi at virka fyri sínari søk. Meira teir kunnu fáa Føroyar at átaka sær av byrðuni afturfyri at vit verða umfataðar av Kyoto, minni skulu teir rinda fyri útlátskvotur. At tað ikki varð tikin hædd fyri Føroyum, tá samráðingarnar fóru fram leggja teir minni í. Soleiðis er politikkur nú einaferð.

Tíverri gekst væl hjá dønum í hesum føri.

Í staðin fyri at standa stinnur, hoknaði løgmaðurin enn einaferð undir donsku trýsti og stuðlaði hann soleiðis dønum í teirra krøvum um, at Føroyar bert kunnu verða umfataði av Kyoto undir somu útlátstreyt sum EU.

Ein treyt, danir samráddi seg til í 1997, og sum teir tvíhalda um skal galda fyri allar tríggjar ríkispartarnar, tó at hvørki føroyskir ella grønlendskir myndugleikar vóru spurgdir eftir, ella boðnir við til samráðingarnar.

Ein treyt, sum ongin við vissu veit, hvat fulli kostnaðurin er av, men sum mest sannlíkt hevði kostað føroyska samfelagnum 10tals milliónir um árið í 2008, 2009, 2010, 2011 og 2012 til keyp av útlátskvotum, ígjøgnum Danmark, frá Eystureuropa.


Niðurstøða
Tosað verður nógv um at styrkja føroyska umhvørvispolitikkin í hesum valstríðnum. Vit skulu hava umhvørvismálaráð, friðing á sjógvi og landi, fleiri altjóða sáttmálar skulu fylgjast upp og enn fleri skulu setast í gildi og so nógv, nógv meira.

Eftir valið kemur gerandisdagurin aftur, og eitt nýtt løgting skal gera politiska raðfestingar. Eg ivist ikki í, og vóni eisini, at umhvørvisøki, sum í dag fær einar 3-4 milliónir á fíggjarlógini, verður styrkt, soleiðis at týðandi mál fyri Føroya umhvørvi og náttúru verða framd.

Hinvegin ivist eg í, hvussu munagóður styrkurin verður, um vit samstundist skulu seta 10 til 20 milliónir av um árið til keyp av CO2 – kvotum, soleiðis sum endin verður, um Javnaðarflokkurin, og forrestin eisini Sambandsflokkurin fáa sín vilja.

Á Økrum, hin 17. januar 2008


Jacob Vestergaard

Wednesday, January 16, 2008

Fólkaflokscafe í Hvalba


Í kvøld skipar Fólkaflokkurin fyri café á flakavirkinum í Hvalba, har valevnini vera at hitta.

Livandi tónleikur verður at hoyra og byrjar tiltakið kl. 19.00.

Kom við!



Monday, January 14, 2008

SSL í stásiligari smiðju


Í Sosialinum frá í gjár er áhugaverd grein umsitingina hjá Strandfaraskipum landsins, sum nú virkar í umvældu og stásiligu smiðjuni á Tvøroyri.

Vánaligt lógarsmíð og vantandi lógarpolitikkur

Dimmalætting umrøður í blaðnum fríggjadagin 11. januar ein vaksandi trupulleika, sum politiska skipanin ikki longur kann loyva sær einki at gera við. Hesin er vánaliga ella dalandi góðskan í sambandi við lógar- og kunngerðarsmíð. Uttan at taka undir við øllum, so er ein kjarni av sannleika í tí, sum verður lýst í Dimmu.

Í 2004 metti umsitingin í Innlendismálaráðnum, at vegleiðingarnar, ið vórðu sendar hinum ráðunum í sambandi við lógararbeiði høvdu gagnliga ávirkan á lógaruppskotini, sum samsvaraðu alt betri og betri við tann leist, ið Innlendismálaráðið mælti til.

Tíverri er tað ein sannroynd, at seinasta samgonguskeiðið hevur gingið heldur skjótt afturá við góðskuni á lógaruppskotunum. Ein orsøk til hetta er helst, at størri og størri partur av lógaruppskotunum verða evnað til av øðrum enn løgfrøðingum, og at politiska skipanin eftir øllum at døma ikki sær hetta sum ein trupulleika. Besta dømið um tað man støðan í Almanna- og heilsumálaráðnum vera, har einstakir og heilt niður til hálvir løgfrøðingar hava havt ábyrgdina av at gera lógar- og kunngerðauppskot á hesum størsta økinum í allari umsitingini.

Men eitt ráð sum Almanna- og heilsumálaráðið eigur ikki at fáa alla skuldina. Vit onnur, ið hava umsitið hini ráðini, mugu eisini taka okkara part av ábyrgdini. Eitt nú kann vera víst á, at Fíggjarmálaráðið hevur eina sera stirvna praksis, tá ræður um at flokka almenn størv. Helst man eitt ráð sum Almanna- og heilsumálaráðið líða undir hesum, at stirvnar innanhýsis fyrisitingarligar reglur og mannagongdir forða fyri, at nóg nógv og nóg attraktiv størv kunnu verða stovnað í hesum illa sperda ráði. Varð trupulleikin sæddur út frá hesum sjónarmiðnum, vildi stórur partur av trupulleikanum við lógargóðskuni í nevnda ráði kunnað verðið loystur.

Ein onnur orsøk til trupulleikan við lógargóðskuni er eisini, at aðalráðini í alt minni mun fylgja teim mannagongdum og vegleiðingum, ið eru galdandi á økinum. Enn ein orsøk er tann vælkenda støðan, ið er trupul at sleppa av við, har politiska leiðslan og fyrisitingin leggja so nógv uppskot sum gjørligt fyri tingið beint áðrenn, tingsetan endar, við tí avleiðing, at uppskot verða skrumblað í gjøgnum uttan eftirkanning, og uttan at freistir verða hildnar.

Eg havi sum landsstýrismaður í lógarmálum ávarað móti hesi óhepnu gongd og á landsstýrisfundi fyri tíð síðan víst á vaksandi trupulleikan. Kortini mugu vit ásanna, at støðan tykist at versna. Stóra talið av lógaruppskotum, ið varð lagt fyri løgtingið langt inn í november mánað, har nógvu av uppskotunum vóru so sein ávegis, at tey ikki náddu til løgfrøðiligt eftirlit í Innlendismálaráðnum, ber boð um støðuna.

Vit kunnu venda gongdini
Lógir og kunngerðir ávirka allar borgarar og øll samfelagsviðurskifti. Tí er sjálvsagt, at vit støðugt mugu stremba eftir, at lóggáva okkara er skynsom, væl umhugsað og yvirhøvur hóskandi til okkara viðurskifti. Umframt at løgfrøðiligur serkunnleiki er ein fyritreyt, er góð fyrireiking og umsitingarligir karmar grundleggjandi fyri at fáa eitt dygdargott lógarverk. Hetta mugu politikararnir vita og virða.

Vit kunnu hava ymiskar meiningar um, hvørt vit hava lógir um ov nógv viðurskifti ella ikki, men at seta onnur enn løgfrøðingar til at gera løgfrøðiligt arbeiði svarar til at seta maskinmann til handverksarbeiði. Hetta vil sum frá líður fáa størri og størri avleiðingar fyri lógarsmíðið og kann koma at kosta borgarum og samfelagnum dýrt.

Eitt annað stað at seta inn ímóti dalandi lógargóðskuni er løglistin, ið er tengdur at ólavsøkurøðu løgmans. Hesin listi hevur yvirlit yvir øll lógaruppskot, ið landsstýrið ætlar at leggja fyri tingið komandi árið. Trupulleikin er tó, at hesin listi er eitt slag av avrikslista hjá ymisku landsstýrisfólkunum, ið helst vilja hava so nógv uppskot á listan sum gjørligt fyri at vísa sítt arbeiðssemi. Her mugu vit hava í huga, at dygdargott lógarsmíð tekur tíð, og at vit seta okkum sum mál at gera løglistan so realistiskan sum gjørligt heldur enn so langan sum gjørligt. Eg er sannførdur um, at hetta kundi bøtt um støðuna.

Ein styttur løglisti tryggjar kortini ikki betri lógir. Hugburðurin má broytast, so leiðbeiningarnar um uppseting av lógum og um krøv til viðmerkingar til lógartekstin verða fylgdar. Fleiri vegleiðingar mugu eisini fáast til vega, og verandi vegleiðingar mugu uppdaterast í neyðugan mun.

Undirvísing í løgfrøði má skipast beinanvegin
Sum víst á í viðmerking nýliga, eigur løgfrøðiundirvísing at verða skipað á Fróðskaparsetrinum. Slík undirvísing og útbúgving verður helst minni eindarkend enn kenda danska útbúgvingin, og vil løgfrøðiligur førleiki tí lættliga kunna koma enn fleiri persónum (eisini í fyrisitingini) til góðar enn nú. Avleiðingin verður helst, at løgfrøðiligur førleiki verður mentur millum føroyingar, og sannlíka avleiðingin verður eisini betri lógarsmíð. Hetta umframt tann sjálvsagda fyrimunin, at gróðrarbotnur verður skaptur fyri gransking innan serføroysk lógarøki.

Ein almennur lógarpolitikkur má vera
Ein lógarpolitikkur eigur eisini at verða orðaður, har m.a. endamál og ítøkilig tiltøk eiga at verða lýst. Lógarpolitikkurin eigur natúrliga at taka støðu til tvørgangandi spurningar um lógarsmíð, so sum krøv til fyrireiking, innihald, revsireglur, málburð og uppseting.

Samanumtikið má lógarpolitikkur, lógargóðska og akademisk menning innan løgfrøði sigast at hoyra til nøkur av høvuðsmálunum, ið komandi Løgting og samgonga eiga at raðfesta.


Jacob Vestergaard

Thursday, January 10, 2008

Fyrisiting og rættartrygd

Føroyska umsitingin og rættarskipanin eru enn á mangan hátt í føðingini ella als ikki komin so langt. Í slíkari støðu vil eitt hugtak sum rættartrygd at vera í miðdeplinum. Rættartrygd er eitt ógreitt hugtak, ið tað ofta verður farið lætt um í politiskum retorikki. Men grundleggjandi liggja nøkur heilt ítøkilig virði í hesum hugtaki, og her hugsi eg fyrst og fremst um, at borgararnir eiga at fáa eina fakliga góða og óhefta viðgerð av teimum myndugleikum, sum í ítøkiligum málum taka avgerð teirra vegna.

Av avgerandi týdningi er tað tí, at føroyskir fyrisitarar og dómarar eru so væl útbúnir sum møguligt og kenna so væl til føroysk viðurskifti sum møguligt. Tí má ein komandi samgonga virka fyri, at tað verður stovnað ein føroysk løgfrøðiútbúgving á Fróðskaparsetrinum, so at grundarlag verður lagt fyri eini manning innan føroyska umsiting og dómstólar, sum í størri og størri mun er á heimabana innan serføroysk lóggávuøki. Hugsað verður eitt nú um føroyskan bygdarætt og landbúnaðarlóggávu, ið danskir løgfrøðingar illa skilja og føroyingar sjálvir hava gjørt lítið við higartil.

Í dag verða flestu avgerðir móti borgarum tiknar í fyrisitingini, og koma tær oftast ikki fyri nakran dómstól. Tí er so serliga týdningarmikið, at royndarmannagongdin og -skipanin í fyrisitingini rigga væl. Seinastu árini eru stór framstig hend á hesum øki í Føroyum, har alsamt fleiri rættarøki verða løgd til kærunevndir, knýttar at Føroya Kærustovni. Sum landsstýrismaður í innlendis- og lógarmálum havi eg sjálvur nýliga verið við til at leggja kærur hjá borgarunum í málum eftir m.a. býarskipanarlógini, tinglýsingarlógini og matrikullógini frá landsstýrismanninum til nýggju Kærunevndina í lendismálum. Hetta má vera vegurin fram. Kærunevndirnar eru samansettar av trimum ella fimm serfrøðingum og kunnu á mangan hátt samanberast við dómstólarnar. Í flestu førum er væntandi, at hesar kærunevndir geva borgarunum eina betri viðgerð enn ein embætismaður undir landsstýrismanninum. Málsetningurin má tí vera, at kærur innan alsamt fleiri rættarøki verða løgd frá landsstýrismonnunum og yvir til kærunevndir.

Veruleikin er kortini í løtuni so, at landsstýrismenninir framvegis eru kærumyndugleikar hjá borgarunum innan eina ørgrynnu av samfelagsøkjum. Ikki minst verður her hugsað um sokallaðu landsstovnarnar, har tað er eitt yvir-undir samband við kærumøguleika beinleiðis til landsstýrismannin. Í slíkum førum er tað avgerandi fyri borgarans rættartrygd, at kæruvegurin verður røktur og riggar væl. Verður kæruvegurin avskorin, er rættartrygdin í vanda, tí vit vita, at dómstólarnir ofta eru tungir og trekir at fáa inn í fyrisitingarmál. Tískil er tað eisini so vandamikið, tá fjølmiðlarnir og onnur øsa almenning og politisku skipanina um einstøk mál, so endin verður, at borgarin í veruleikanum onga fyrisitingarligan kærurætt hevur. Landsstýrismenn mugu sjálvsagt ikki í tíð og ótíð og tilvildarliga leggja seg út í mál hjá landsstovnum. Hinvegin er eins umráðandi, at borgarin, serliga í meira prinsipiellum málum, sleppur at kæra avgerðir hjá landsstovnum, og at alt ikki verður lopið upp í varg, so at fyrisitingarligi kærumøguleikin og harvið rættartrygdin verður máað burtur.

Tað hevur tí stóran týdning at fáa ment løgfrøðiligt medvit og útbúgving heima í Føroyum, eins og at avgerðarmyndugleikarnir mugu skipast skilagott við kærunevndum, so at borgarans viðurskifti kunnu verða umsitin so rættartrygt sum til ber.


Jacob Vestergaard

Wednesday, January 9, 2008

Eftirskúlin í Hvalba

Hvalbingar, hoyrdi tit Nitu Næs á valfundinum í gjárkvøldi?

Eftir at hava skýrt flytingina av miðnámsskúlanum í Vági til Hovs fyri politiskan rossahandil av versta slag, legði hon upp til kjak um, hvar ætlaði eftirskúlin skal staðsetast.

Um flytingin av miðnámsskúlanum var ein politiskur rossahandil, sum Nita Næs vil verða við, hví legði hon so upp til kjak um staðsetingina av Eftirskúlanum í Hvalba?

Hví skulu vit nú til at kjakast um henda skúla, sum frá byrjan av hevur tikið støði í Hvalba, og sum allar landsins kommunur hava tikið undir við og ynskja?

Og sum enntá í fólkamunni er doyptur ”Eftirskúlin í Hvalba”.

Um hvalbingar ynskja skúlan og arbeiðsplássini, ið fylgja við, vóni eg, at teir køva uppleggið til kjak frá Nitu Næs um staðsetingina av skúlanum sum skjótast, og geva verkætlanini og okkum, ið hava virka fyri henni, fullan stuðul.

Jacob Vestergaard

Sunday, January 6, 2008

Kommunurnar størri ábyrgd

Alt síðan álitið frá kommunubólkinum varð handað í 1998, hevur verið tosað nógv um at styrkja kommunurnar, leggja uppgávur út og at arbeiða fyri einum greiðari ábyrgdarbýti millum land og kommunur. Nú 10 ár seinni mugu vit staðfesta, at hetta álvarsmál í stóran mun ikki er komið longur enn til prát.

Ógreiða býtið millum land og kommunur er og hevur verið ein forðan fyri menning á ymiskum økjum. Fyri at taka eitt dømi av teimum mest týðandi úr rúgvuni, kann verða víst á eldraøkið, sum landið enn formliga eigur ábyrgd av, men ger sum minst við, og har kommunur – eisini orsakað av ov lítlum initiativi frá landinum – so lýðandi hava førkað seg inn á økið. Skal eitt slíkt vælferðarøki verða raðfest ordiliga og verða fevnd av nøkrum heldarætlanum fyri menning, so má eitt greiðari ábyrgdarbýti til. Ongin miðvís menning av hesum øki verður, so leingi talan bara er um hissini hálvar loysnir framdar av sperdum og ónøgdum kommunalum myndugleikum í mun til ógreiðar heimildir.

Hetta má broytast. Við útgangsstøði í lógini um sjálvbodnar kommunusamanleggingar og kommunal samstørv í sambandi við lógarbundnar uppgávur skal ítøkilig ætlan gerast fyri, hvussu uppgávu- og ábyrgdarbýtið millum land og kommunur skal greiðast. Kommunurnar hava leingi vilja havt fleiri uppgávur at umsita og hava í ein ávísan mun longu fyrireika seg til hetta – m.a. innan nevnda eldraøkið – og bíða í veruleikanum bert eftir landsmynduleikanum.

Tá nú arbeiðið við at gera felags rokniskaparskipan er komið undir land, er gott høvi hjá landi og kommunum sum skjótast at fara undir at gera eina avtalu um, hvussu eldarøkið, fólkaskúlin og møguliga aðrar uppgávur, skulu flytast frá landinum til kommunurnar at umsita. Avtalan um útlegging skal innihalda eina greiða tíðarætlan fyri, hvussu uppgávurnar skulu flytast undir kommunalt málsræði, hvussu pengar skulu flyta við frá landinum og hvussu lóggávan skal skipast á ymisku økjunum.

Umsitingarliga hava okkara mangan ov smáu kommunur verið ov illa fyri til at taka sær av týðandi vælferðaruppgávum. Við lógini um sjálvbodnar kommunusamanleggingar og kommunal samstørv er stig tikið til at broyta hesi viðurskifti. Kommunurnar skulu, antin við bindandi samstarvi, ella við samanlegging, skipa umsitingina soleiðis, at uppgávurnar verða røktar á fullgóðan hátt.

Við greiðari ábyrgdarbýti í sambandi við útlegging av uppgávum sleppa kommunurnar í størri mun at umsita sínar egnu borgarar, og uppgávurnar verða loystar tættari borgaranum, og fer hetta at geva eina betur tænastu, sum er betri tillagað tørvinum hjá tí einstaka. Hartil fer kommunala arbeiðið og kommunupolitikkur at fáa størri týdning, og vit fáa eitt nærdemokrati við veruligum innihaldi og týðandi myndugleikauppgávum. Umframt hetta er sannlíkt, at broytingin fer at hava við sær, at fleiri førleikakrevjandi størv verða stovnað í kommunalum høpi, og at okkara unga og vælútbúna fólk hevur okkurt at flyta aftur til úti í økjunum.

Á Økrum, hin 6. januar 2008

Jacob Vestergaard

Saturday, January 5, 2008

Suðurføroyar og vistferðavinna

Fyrsta vikuskifti í november 2007 var áhugaverd ráðstevna í Norðurlandahúsinum um vistferðavinnu.

Vistferðavinna er vinna, sum vendir sær til fólk, ið hava serligan áhuga í at vitja støð, ið kunnu bjóða náttúrupplivingar og innlit í lokala mentan og søgu.

Hesi fólk vilja ferðast í náttúruni og tey vilja læra um siðvenju og samfeløg, ið eru øðrvísi enn teirra egnu. Hetta er tó treytað av, at teimum verður veitt trygd fyri, at náttúran er vard við nøktandi lóggávu, og at livihátturin á ferðastaðnum ikki verður neiliga ávirkaður av teirra vitjan.

Sostatt leggur vistferðavinna ikki dentin á at fáa so nógv fólk á vitjan sum gjørligt, men harafturímóti at fáa fólk við heilt serligum áhugamálum á vitjan.

Afturfyri hetta, eru vistferðafólk sinnaði at gjalda meira enn vanlig ferðafólk.


Sum seymað til Suðurføroyar

Slík vinna er sum seymað til Suðurføroyar

Sandoyggin, Skúvoyggin, Stóra Dímun, Lítla Dímun og Suðuroyggin eiga Føroya
vakrastu náttúru, eina ríka søgu og eina livandi mentan við m.a. seyðahaldi, útróðri og fuglaveiðu.

Eg ivist onga løtu í, at vistferðafólk vilja gjalda góðan pening fyri at síggja okkara náttúru og uppliva okkara mentan, og soleiðis gerast hesar hendingar ríkari.

Lat okkum tí menna teir karmar, sum skulu til og gera Suðurføroyar til eitt sonevnt “pilotprojekt” innan hesa vinnu.

Tað, sum skal til, er m.a. at nýggja náttúruverndalógin, ið undirritaði sendi í almenna hoyring í heyst, verður borin í tingið og at ítøkiligar reglur verða gjørdar fyri ferðing í og vernd av náttúruni.

Síðan skulu mennast tilboð við útferðum og gistinum í náttúruni, útróðrar- og veiðiferðir, luttøku í føroyskum dansi og spennandi mentanartiltøk, har sagt verður frá føroyingasøgu, søgnum og øðrum frásagnum.

Vit hava longu nógv at byggja á, m.a. verkætlanina við søguslóðum í Sandoy, Skúvoy og St. Dímun. Lat okkum samskipa og klæða tilboðini í rætta hamin til gagns fyri alt økið.

Vit eiga náttúruna, vit eiga søguna og er nakað, sum fólkið í hesum partinum av landinum dugir, so er tað at taka ímóti gestum, so sjálvandi eiga vit at menna eina vinnu burturúr hesum.

Á Økrum, 4. januar 2008



Jacob Vestergaard

Friday, January 4, 2008