Friday, January 4, 2008



2 comments:

Skopuningurin said...

Tú var sera bráður at leggja út við undisjóvartunnlinum til Sandoyna á valfundinum í Suðuroy men eg dugi ikki at síggja hann nakrastaðni nevndan, hvørki hvørki á stevnuskránni og/ella sum ein grein á tínum bloggy. Vóru hesi orð bert eitt valagn ella er veruliga ein vilji aftanfyri tað???

Jacob Vestergaard said...

Góði skopuningur,

Tað er rætt, at Sandoyartunnilinin ikki er nevndur sum mál í okkara valskrá. Tað er nokk mest orsaka av, at flokkurin metir hetta vera eitt mál, sum er sett á skinnarar og sum flokkurin hevur sagt sum sína greiðu og jaligu meining um. Ein góð valskrá skal jú hyggja frameftir, men eg skilji væl um sandoyingar ikki kenna seg heilt tryggar enn, tí umboð í fleiri flokkum hava verið "ullint" í hesum málinum.

Men lat tað verða sligið fast enn einaferð:

Fólkaflokkurin tekur undir við at farið verður undir tunnilin.

Í uppskotinum um løgtingslóg um fast samband millum Sandoy og Streymoy atkvøddu øll manningin hjá Fólkaflokkinum fyri, meðan Kári P. Højgaard úr Sjálvstýrisflokkurin, Olav Enomoto úr Sambandsflokkinum og Torbjørn Jacobsen úr Tjóðveldi atkvøddu ímóti.

Annita á Fríðriksmørk og Hergeir Nielsen úr Tjóðveldi, eins og Lisbeth L. Petersen úr Sambandsflokkinum atkvøddu blankt.

Viðvíkjandi mínari støðu til Sandoyartunnilin fari eg at vísa til grein á blogginum frá 28. december 2007, nevnd "Suðurleiðin - ein neyðug íløga". Greinin sæst við at trýsta á "december" í greinasavninum á høgru síðu. Innleiðingin ljóðar soleiðis:

"Føroya Løgting hevur nú endaliga samtykt at farast skal undir Sandoyartunnilin. Hetta er byrjanin til Suðurleiðina, sum við føstum sambandi skal binda Sandoynna, og síðan Suðuroynna, saman við restina av landinum.

Hesi samtykt stuðli eg av fullum huga."

Vóni hetta er nøktandi svar.

Heilsan

Jacob