Friday, December 28, 2007

Suðurleiðin - ein neyðug íløga

Føroya Løgting hevur nú endaliga samtykt at farast skal undir Sandoyartunnilin. Hetta er byrjanin til Suðurleiðina, sum við føstum sambandi skal binda Sandoynna, og síðan Suðuroynna, saman við restina av landinum.

Hesi samtykt stuðli eg av fullum huga.

Infrakervi
Vit eiga eitt lítið oyggjaland. Skulu vit mennast og standa okkum í kappingini við onnur lond, er ein tann týdningarmesta fyritreytin eitt gott infrakervi. Tí bert við einum góðum infrakervi skapa vit trivna og góðar virkismøguleikar í øllum landinum, og fyrst tá ber til at gagnnýta alt okkara tilfeingi á fullgóðan hátt.

Tá fasta sambandi vid Sandoynna og Suðuroynna er veruleiki, kunna hesar báðar oyggjar luttaka í menningini av Føroyum á jøvnum føti við restina av landinum, og geva eitt størri íkast til landsbúskapin.

Tí eigur eitt komandi løgting at standa fast við og saman um Sandoyartunnilin.

Hørð og bleyt virði
Tey, ið eru ímóti tunnilinum til Sandoynna halda uppá, at vit hava ikki ráð til hesa íløgu. Sagt verður, at føroyskir politikkarar nýta ov nógvan pening til sonevnd hørð virðir, sum vegir og tunnlar, meðan ov lítið verdur nýtt til sonevnd bleyt virðir, sum skúla- og heilsuverk.

Hesum eri eg ikki samdur í.

Samlaða fíggjarlógin er uml. 4 milliardir. Helmingurin, uml. 2 milliardir fara til almanna- og heilsumál, meðan uml. 1 milliard fer til skúla- og mentamál. Restin, uml. 1 milliard, er býtt millum hinar ráðharrastovurnar, Løgmansskrivstovuna, Fiskimálaráðið, Fíggjarmálaráðið, Vinnumálaráðið og Innlendismálaráðið. Tað, sum árliga verður nýtt til íløgur í vegir og tunnlar er at finna innanfyri hesa milliardina, og er tað ein lutfallsliga lítil partur av árligu fíggjarætlanini.

Tað er tí ikki rætt, tá sagt verður, at alt okkara ríkidømi verður brúkt til at borða tunnlar við.

At gera Sandoyartunnilin til eitt val ímillum tey sonevndu hørðu og bleytu virdini, haldi eg eisini verða at seta tingini skeivt upp. Tí íløgur í hørð virðir, sum fast samband millum oyggjarnar eru ikki einans til fyrimuns fyri vinnulívið og gerandisdagin hjá borgarunum. Tær skapa eisini røttur fyritreytirnar fyri skilabetri íløgur í bleytu virðini, sum skúla- og heilsuverkið.

Størri fólkagrundarlagið er, betur og bíligari kann landið skipa sínar tænastur til borgaran. Og tá vit øll, uttan mun til hvar vit búgva, kunnu náa teimum tilboðum, sum eru, um tey so eru sunnanfyri ella norðanfyri, fáa vit fjølbroyttari og betur tilboð á øllum økjum.

Fyrst nýta skipini, so tunnil
Tað eru eisini nøkur, ið siga, at íløgurnar í Smyril, Teistan og havnaløg hava verið so stórar, at suðuroyingar og sandoyingar fyrst mugu "slíta" hesar íløgur upp, áðrenn talan kann verða um at nýta pening til tunnlar.

Hetta haldi eg vera alt annað enn samhaldsfast og sera stuttsiktað tankagongd.

Jú, Smyril og Teistin eru góð skip, og Sandoyggin og Suðuroyggin eru enn virknir partar av føroyska samfelagnum. Td. veitir Suðuroyggin enn eitt lutfallsliga stórt íkast til landshúsarhaldið við teimum stóru veiðinøgdunum, ið verða lagdar upp í Suðuroynni. Men tað er ein sannroynd, at Suðurføroyar hava verið í eini neiligari gongd seinastu mongu árini. Í løtuni er fólkatalið í Suðuroynni á sama støði sum í 1920unum, og aldursbýtið gerst skeivari fyri hvørt ár.

Tí mugu politikkarar vísa vilja og rygg til at gera tey tiltøk, sum skulu til fyri at venda gongdin nú, meðan støðan enn er hampulig, og ungir suðuroyingar við útbúgving enn síggja møguleikar í at búseta seg í Suðuroynni.

At seta seg niður og bíða í 20 til 30 ár til skipini er uppslitin, er ikki rætta signalið at senda sandoyingum og suðuroyingum, og harafturat ótrúðliga lítið visionert av fólki, sum nú við einum valdømi siga seg vilja stjórna øllum landinum meira enn nakrantíð.

Ein onnur skilagóð grundgeving fyri at fara undir Suðurleiðina so skjótt sum gjørligt, er kostnaðurin av verandi farleiðum til Sands og Suðuroyar. Við verandi kostnaðarstøði verður rakstrarkostnaðurin av sjóvegis farleiðini uml. 60 - 70 milliónir í 2008. Væntast kann, at í framtíðini verða størri krøv sett til tænastustøði og túratal, umframt at hækkandi oljukostnaður og lønir fara at økja útreiðslurnar enn meira.

Við hesum útreiðslum í huga, og kostnaðinum av at byggja nýggjan Teista og Smyril innanfyri næsti áratíggjur, sigur tað seg sjálv, at skilagott er at fara undir fyrireikingar til Suðurleiðina beinanvegin.

Niðurstøða
Vit hava higartil megnað at útbygt okkara land við vegum, tunnlum og ferjum, samstundis sum vit hava ment almanna-, heilsu- og skúlaverkið.

Lat okkum ikki steðga útbyggingini av infrakervinum nú, við vanda fyri at Suðurføroyar bløða út, bert tí at eitt innanhýsis klandurstríð í Javnaðarflokkinum, um hvørt studentaskúlin í Hoydølum skal leggjast saman við Handilsskúlanum, hevur seinkað ætlanini í áravís, og tí Dimmalætting uppundir val leggur dent á at skriva ræðusøgur um okkara sjúkrahúsverk.

Vit eiga góð fólk í bæði skúlaverkið og heilsuverkið. Tað ber væl til styrkja og skipa hesi verk betur, samstundis sum hildið verður fast við ætlanina at gera Sandoynna og Suðuroynna til javnsbjóðis partar av føroyska samfelagnum.

Tá tey, sum eru búsitandi í Tórshavn eins væl kunnu virka í Sandoynni ella Suðuroynni, sum á Hálsi ella á Hjalla, og tey sum búgva í Suðuroynni kunnu virka í Vágum ella Norðoyggjum, sleppa vit undan teirri staðbundnu hugsanini, og vit fara at skipa vinnuna og tænastutilboðini í landinum meira rationelt, og fáa yvirskot til enn fleiri íløgur av bæði "bleyta" og "harða" slagnum.

Lat okkum tí standa saman um at fremja løgtingssamtyktina um Sandoyartunnilin í verki, og fara undir fyrireikingar til víðari fasta sambandi til Suðuroyar, so Suðurleiðin kann verða veruleiki so skjótt sum til ber, til gagns fyri alt Føroya land.

Á Økrum, hin 28. december 2007.

Jacob Vestergaard

No comments: