Monday, October 29, 2007

Hvat er skylda Føroya sambært Kyoto

Føroyar og altjóða sáttmálar

Altjóða sáttmálar verða gjørdir millum sjálvstøðugar tjóðir. Føroyar eru ikki ein sjálvstøðug tjóð, men partur av danska ríkinum. Í danska ríkinum er tað sambært heimastýrislógini danskir myndugleikar, ið umsita uttanríkismál, og sum tískil samráða, undirrita og lýsa altjóða sáttmálar fyri danska ríkið, ella landafrøðiligar partar av ríkinum (tvs. Danmark, Føroyar og Grønland).

Ábyrgdina av sáttmálum yvirfyri sáttmálamyndugleikunum, td. ST-skrivstovuni í New York, hava danskir myndugleikar. Tvs. at um ein sáttmáli áleggur pørtum at banna eitthvørt heilsuskaðiligt evni, so er tað myndugleikarnir í ávikavist Danmark, Føroyum og Grønlandi, ið hava ábyrgdina av at seta bannið í verk, men allar skyldur um frágreiðing, uppgerðir og samskifti í heila tikið við sáttmálamyndugleikan, er skylda Danmarkar.

Tí tað er Danmark, sum er sjálvstøðug tjóð og sáttmálapartur, og sum sáttmála-myndugleikin fyriheldur seg til.


ST-rammusáttmálin um veðurlagsbroytingar

Veðurlagssáttmálin áleggur ma. sáttmálapørtunum at tálma útlátið av veðurlags-gassum og regluliga gera upp, hvussu stórt útlátið er.

Løgtingið tók í 1993 undir við, at danskir myndugleikar lýstu sáttmálan at galda fyri Føroyar. Tískil áliggur tað myndugleikunum her heima at gera upp útlátið av veðurlagsgassum og boða dønum frá hesum, soleiðis at Danmark, sum sáttmálapartur kann boða ST frá samlaðu støðuni í danska ríkinum.

Fyrstu ferð útlátið úr Føroyum varð gjørt upp, var í 2002, tá útlátstølini fyri tíðarskeiðið 1990 til 2001 vórðu fingin til vega.

Henda uppgerð varð dagførd í 2004 fyri árini 2002 og 2003.



Kyoto-protokollin

Kyoto-protokollin er eitt ískoyti til ST- rammusáttmálan um veðurlagsbroytingar.

Protokollin áleggur sáttmálapørtum at skerja sítt útlát eitt ávíst %-stig í tíðarskeiðnum 2008 til 2012 í mun til útlátið í 1990.

Samráðingarnar um Kyoto-protokollina fóru fram í árunum upp til 1997, tá protokollin varð undirritað av sáttmálapørtunum. Í sambandi við undirritanina átóku sáttmálapartarnir sær ymiskar niðurskurðir í útlátinum (sí talvu 1).


Dømi um skyldur sambært Kyoto

Ísland
+10 %
Australia
+8 %
Norra
+1 %
Russland
0 %
Japan
-6 %
15 EU lond (DK)
-8 %
Talva 1

Tey 15 EU londini, harímillum Danmark, sum átóku sær eins stóra skyldu á 8 % niðurskurð í útlátinum av veðurlagsgassum, gjørdu eina innanhýsis EU-avtalu um at býta skylduna sínamillum (sí talvu 2).


Býtið av skylduni ímillum EU-londini

Portugal
+27 %
Grikkaland
+25 %
Spania
+15 %
Írland
+13 %
Svøríki
+4 %
Frakland
0 %
Finnland
0 %
Holland
-6 %
Italia
-6,5 %
Belgia
-7,5 %
Eysturríki
-13 %
Stóra Bretland
-12,5 %
Danmark
-21 %
Týskland
-21 %
Luxemburg
- 28%
Talva 2

Sostatt er greitt, at skyldurnar um niðurskurð í útlátinum av veðurlagsgassum eru rættiliga ymiskar hjá sáttmálapørtunum.

Meðan Luxemburg hevur átikið sær at lækka sítt útlát við 28%, hevur Portugal bundið seg til í mesta lagi at hækka sítt útlát við 27 %.

Ísland og Norra, sum eru lond vit vanliga sammeta okkum við, hava rætt at hækka sítt útlát ávikavist 10 % og 1%.


Støðan hjá dønum

Danskir myndugleikar eru av tí fatan, at av tí at Danmark, saman við hinum EU- londunum, átók sær ein 8% niðurskurð í útlátinum av veðurlagsgassum, skal Føroyar eisini gera tað.

Teir krevja, at Føroyar og Danmark gera avtalu um, at Føroyar binda seg til ein niðurskurð á 8 %, umframt at vit átaka okkum at gjalda møguligar útreiðslur, ið kunnu íkoma, um Føroyar ikki megna at skerja útlátið sum avtalað.

Grundgevingin hjá dønum tekur eftir øllum at døma ikki støði í nakrari meting av, hvat er rímiligt og møguligt hjá Føroyum, men hvat danskir myndugleikar mettu var rímiligt at binda ríkið til í 1997.

Henda meting kann neyvan hava tikið hædd fyri føroyskum viðurskiftum, tí sum nevnt var støddin og býtið av føroyska útlátinum ikki fingið til vega fyrr enn í 2002, eins og ivasamt man vera, um føroyskir myndugleikar vórðu tiknir uppá í ráð áðrenn protokollin varð undirritað í Kyoto í 1997.

At taka hædd fyri viðurskiftum í øðrum londum er annars ikki ókent fyri danskar myndugleikar, tí sum kunnugt er hava danir átikið sær týðandi meirábyrgd í EU -felagsskapinum, soleiðis at lond, sum Svøríki, Írland og Portugal kunnu átaka sær minni byrðar.


Støðan hjá landsstýrinum

Tann 7. september 2007 legði eg upprit fyri landsstýrisfund, har mælt varð løgmanni til at leggja uppskot til samtyktar fyri Løgtingið um at taka av fyrivarni fyri Kyoto-protokollini beinanvegin.

Eg vísti á, at føroyska íkastið til skylduna hjá ríkinum at skerja útlátið við 8% í mun til 1990, skuldi vera tann skerjing, ið fekst við at fremja tær ætlanir, sum mælt verður til orkupolitikkinum, ið landsstýrismaðurin í orkumálum legði fyri tingið í 2006.

Ongastaðni varð í uppritinum nevnt, at Føroyar skuldu binda seg til at lækka útlátið nakað ávíst %-stig.

Eg vísti somuleiðis á, at málið hevði skund, tí danir høvdu boðað frá, at einaferð eftir 24. september 2007 var freist sett fyri, nær basisútleiðingin hjá ríkinum bleiv læst. Ein føroysk ígildissetan av Kyoto-protokollini eftir henda dag, hevði tyngt samlaðu byrðina hjá ríkinum nakað. Tí so hevði danska ríkið skula minkað um sítt útlát í mun til eina basisútleiðing, ið ikki tók hædd fyri føroyska útlátinum í 1990.

Tó, at eg ikki eri samdur við donskum myndugleikum í, at Føroyar skulu átaka sær tann sama %-vísa niðurskurð í útlátinum, sum danir hava bundið ríkið til, haldi eg, at tað er skeivt at áleggja ríkinum tyngri byrðar enn neyðugt, við ikki at halda ásettar tíðarfreistir.

Eitt samt landsstýrið tók undir við hesum leisti.
Støðan hjá løgtinginum

Tann 19. september 2007 legði løgmaður uppskot til samtyktar fyri løgtingið, sum ljóðaði soleiðis:

“Løgtingið góðkennir, at landsstýrið mælir donsku stjórnini til at taka fyrivarni av, um at Kyoto ískoytissáttmálin frá 11. desember 1997 til ST rammusáttmálan um veðurlagsbroytingar fyribils ikki verður útintur í Føroyum”.

Í viðmerkingunum, sum í stóran mun eru einsljóðandi við tekstin í uppritinum, ið eg legði fyri landsstýrið 7. september 2007, verður greitt frá gongdini í málinum, hvat danska støðan er og hvat freistin eftir 24. september 2007 hevur við sær.

Eisini verður sagt, at landsstýrið á fundi 7. september 2007 hevur tikið avgerð um at leggja uppskot til samtyktar fyri Løgtingið um at taka føroyska fyrivarni fyri Kyoto protokollini av beinanvegin.

Harumframt stendur at:

“Danski umhvørvismálaráðharrin hevur frá landsstýrismanninum í umhvørvismálum fingið boð um, at føroyska íkastið til skylduna hjá ríkinum at skerja útlátið við 8% í mun til 1990 verður tann skerjing, ið fæst við at fremja tær ætlanir, sum mælt verður til í yvirskipaða orkupolitikkinum, ið landsstýrismaðurin í orkumálum legði fyri tingið í 2006”.

Síðan verður greitt frá orkupolitikkinum og avleiðingunum av uppskotinum, meðan hjáløgd er ein meting av, hvussu nógv útlátið av veðurlagsgassum úr Føroyum kann minka, um tiltøkini í orkupolitikkinum verða framd.

Ongastaðni varð í uppskotinum nevnt, at Føroya átóku sær at lækka útlátið nakað ávíst %-stig.

Eftir at hava verið í uttanlandsnevndini, har heili 4 minnilutar mæltu til at taka undir við uppskotinum, samtykti løgtingið uppskotið við 26 atkvøðum fyri.


Mín støða

Sostatt hevur verið greitt fyri mær, og vónandi øllum øðrum, ið hava lisið uppritið, ið fór á landsstýrisfund 7. september 2007, og uppskotið til samtyktar, ið varð lagt fyri løgtingið 19. september 2007, at ætlanin ongantíð hevur verið at binda Føroyar til ta skerjing í útlátinum, sum danskir myndugleikar vilja hava okkum at átaka okkum í sínamillum avtalu, og sum ikki tekur støði í føroyskum viðurskiftum.

Í staðin hevur ætlanin verið at tikið fyrivarni fyri Kyoto av, og framt ta skerjing í útlátinum, sum skilagóðu tiltøkini í orkupolitikkinum hava við sær og sum taka støði í føroyskum viðurskiftum.

At onkur nú viknar í kongunum og hevur hug at fáa annað burturúr støðutakanini hjá bæði landsstýrinum og løgtinginum, tí at danskur ráðharri er farin at spæla við vøddunum og hóttir við at halda Føroyar uttanfyri Kyoto, er sera óheppið og eigur ikki at verða nýtt sum ein møguleiki at dyrka eina ósemju í roynd at fjala eina aðra.

Ein avtala við Danmark, har Føroyar binda sig til at minka útlátið av veðurlagsgassum við 8%, og átaka sær at gjalda útreiðslurnar, ið kunnu íkoma um Føroyar ikki megna henda niðurskurð, er ikki rímilig, tí hon tekur ikki støði í føroyskum viðurskiftum og kann hava stórar fíggjarligar avleiðingar.

Í frágreiðing frá 2005 er víst á, at um Føroyar binda seg til ein 8% niðurskurð, men ikki megna at minka um útlátið í tíðarskeiðinum 2008-2012, mugu CO2 kvotur keypast til tey 180 til 260 tús. tonsini, ið kunnu væntast at útlátið er ov høgt,

Hetta kann koma at kosta landskassanum millum 9 og 26 mió kr. um árið í 2008, 2009, 2010, 2011 og 2012, tá Kyoto-protokollin fer úr gildi.


Niðurstøða

Ein kann halda, at tað er moralskt skeivt og ábyrgdarleyst yvirfyri altjóða samfelagnum, ikki at vilja binda seg til ein ávísan %-niðurskurð í útleiðingini av veðurlagsgassum.

Eg haldi, at tað er minst líka skeivt og ábyrgdarleyst yvir fyri føroyska samfelagnum, at átaka sær eina skyldu, ið ein ikki hevur havt møguleika at ávirka á sama hátt sum onnur, og sum tískil ikki tekur hædd fyri okkara støðu og harvið kann fáa stórar fíggjarligar avleiðingar.

Við hesum er ikki sagt, at eg ikki haldi, at vit eiga at minka um útlátið av veðurlagsgassum. Eg viðurkenni, at veðurlagsbroytingar eru ein tann størsta hóttanin
móti heiminum og at Føroyar, eins og onnur lond, eiga at skerja sítt útlát mest møguligt.

Tí mælti eg 7. september 2007 landsstýrinum til, at Føroyar skuldu gerast partur av Kyoto-protokollini og skerja sítt útlát við at fremja tiltøkini í føroyska orkupolitikkinum.

Hetta var eisini kjarnin í uppskotinum til samtyktar, sum løgmaður legði fyri tingið.

Tað, sum síðani er hent í hesum málið, er ber undirbrotligheit yvirfyri dønum, og politiskur sjónleikur yvir fyri føroyska verljaranum nú tað stundar til val.

Á Økrum, hin 18. oktober 2008


Jacob Vestergaard






Fakta:

Útlátið av veðurlagsgassum úr Føroyum var fyri 2003 mett til 843.000 tons CO2. Hetta er 11% omanfyri útlátið í 1990.

Útlátið av veðurlagsgassum úr Danmark var fyri 2003 mett til 74.000.000 CO2.
Hetta er 6% omanfyri útlátið í 1990.

Útlátið frá skipum í altjóða sigling verður mett at vera millum 600.000.000 og 800.000.000 tons CO2. Hetta er mett til 5% av heimsins samlaða útláti.

Útlátið frá danska handilsflotanum er mett til 25% av samlaða danska útlátinum.

Flogfør og skip í altjóða sigling, sum danski handilsflotin, eru undantikin reglunum í Kyoto-protokollini.

Útlátið frá donskum fiskiskipum er so lítið, at tað verður mett uttan týdning í donsku uppgerðini.

Útlátið frá føroyskum fiskiskipum verður mett til 33% av føroyska útlátinum.

Útlát frá fiskiskipum er umfatað av reglunum í Kyoto-protokollini.