Thursday, January 10, 2008

Fyrisiting og rættartrygd

Føroyska umsitingin og rættarskipanin eru enn á mangan hátt í føðingini ella als ikki komin so langt. Í slíkari støðu vil eitt hugtak sum rættartrygd at vera í miðdeplinum. Rættartrygd er eitt ógreitt hugtak, ið tað ofta verður farið lætt um í politiskum retorikki. Men grundleggjandi liggja nøkur heilt ítøkilig virði í hesum hugtaki, og her hugsi eg fyrst og fremst um, at borgararnir eiga at fáa eina fakliga góða og óhefta viðgerð av teimum myndugleikum, sum í ítøkiligum málum taka avgerð teirra vegna.

Av avgerandi týdningi er tað tí, at føroyskir fyrisitarar og dómarar eru so væl útbúnir sum møguligt og kenna so væl til føroysk viðurskifti sum møguligt. Tí má ein komandi samgonga virka fyri, at tað verður stovnað ein føroysk løgfrøðiútbúgving á Fróðskaparsetrinum, so at grundarlag verður lagt fyri eini manning innan føroyska umsiting og dómstólar, sum í størri og størri mun er á heimabana innan serføroysk lóggávuøki. Hugsað verður eitt nú um føroyskan bygdarætt og landbúnaðarlóggávu, ið danskir løgfrøðingar illa skilja og føroyingar sjálvir hava gjørt lítið við higartil.

Í dag verða flestu avgerðir móti borgarum tiknar í fyrisitingini, og koma tær oftast ikki fyri nakran dómstól. Tí er so serliga týdningarmikið, at royndarmannagongdin og -skipanin í fyrisitingini rigga væl. Seinastu árini eru stór framstig hend á hesum øki í Føroyum, har alsamt fleiri rættarøki verða løgd til kærunevndir, knýttar at Føroya Kærustovni. Sum landsstýrismaður í innlendis- og lógarmálum havi eg sjálvur nýliga verið við til at leggja kærur hjá borgarunum í málum eftir m.a. býarskipanarlógini, tinglýsingarlógini og matrikullógini frá landsstýrismanninum til nýggju Kærunevndina í lendismálum. Hetta má vera vegurin fram. Kærunevndirnar eru samansettar av trimum ella fimm serfrøðingum og kunnu á mangan hátt samanberast við dómstólarnar. Í flestu førum er væntandi, at hesar kærunevndir geva borgarunum eina betri viðgerð enn ein embætismaður undir landsstýrismanninum. Málsetningurin má tí vera, at kærur innan alsamt fleiri rættarøki verða løgd frá landsstýrismonnunum og yvir til kærunevndir.

Veruleikin er kortini í løtuni so, at landsstýrismenninir framvegis eru kærumyndugleikar hjá borgarunum innan eina ørgrynnu av samfelagsøkjum. Ikki minst verður her hugsað um sokallaðu landsstovnarnar, har tað er eitt yvir-undir samband við kærumøguleika beinleiðis til landsstýrismannin. Í slíkum førum er tað avgerandi fyri borgarans rættartrygd, at kæruvegurin verður røktur og riggar væl. Verður kæruvegurin avskorin, er rættartrygdin í vanda, tí vit vita, at dómstólarnir ofta eru tungir og trekir at fáa inn í fyrisitingarmál. Tískil er tað eisini so vandamikið, tá fjølmiðlarnir og onnur øsa almenning og politisku skipanina um einstøk mál, so endin verður, at borgarin í veruleikanum onga fyrisitingarligan kærurætt hevur. Landsstýrismenn mugu sjálvsagt ikki í tíð og ótíð og tilvildarliga leggja seg út í mál hjá landsstovnum. Hinvegin er eins umráðandi, at borgarin, serliga í meira prinsipiellum málum, sleppur at kæra avgerðir hjá landsstovnum, og at alt ikki verður lopið upp í varg, so at fyrisitingarligi kærumøguleikin og harvið rættartrygdin verður máað burtur.

Tað hevur tí stóran týdning at fáa ment løgfrøðiligt medvit og útbúgving heima í Føroyum, eins og at avgerðarmyndugleikarnir mugu skipast skilagott við kærunevndum, so at borgarans viðurskifti kunnu verða umsitin so rættartrygt sum til ber.


Jacob Vestergaard

No comments: