Monday, January 14, 2008

Vánaligt lógarsmíð og vantandi lógarpolitikkur

Dimmalætting umrøður í blaðnum fríggjadagin 11. januar ein vaksandi trupulleika, sum politiska skipanin ikki longur kann loyva sær einki at gera við. Hesin er vánaliga ella dalandi góðskan í sambandi við lógar- og kunngerðarsmíð. Uttan at taka undir við øllum, so er ein kjarni av sannleika í tí, sum verður lýst í Dimmu.

Í 2004 metti umsitingin í Innlendismálaráðnum, at vegleiðingarnar, ið vórðu sendar hinum ráðunum í sambandi við lógararbeiði høvdu gagnliga ávirkan á lógaruppskotini, sum samsvaraðu alt betri og betri við tann leist, ið Innlendismálaráðið mælti til.

Tíverri er tað ein sannroynd, at seinasta samgonguskeiðið hevur gingið heldur skjótt afturá við góðskuni á lógaruppskotunum. Ein orsøk til hetta er helst, at størri og størri partur av lógaruppskotunum verða evnað til av øðrum enn løgfrøðingum, og at politiska skipanin eftir øllum at døma ikki sær hetta sum ein trupulleika. Besta dømið um tað man støðan í Almanna- og heilsumálaráðnum vera, har einstakir og heilt niður til hálvir løgfrøðingar hava havt ábyrgdina av at gera lógar- og kunngerðauppskot á hesum størsta økinum í allari umsitingini.

Men eitt ráð sum Almanna- og heilsumálaráðið eigur ikki at fáa alla skuldina. Vit onnur, ið hava umsitið hini ráðini, mugu eisini taka okkara part av ábyrgdini. Eitt nú kann vera víst á, at Fíggjarmálaráðið hevur eina sera stirvna praksis, tá ræður um at flokka almenn størv. Helst man eitt ráð sum Almanna- og heilsumálaráðið líða undir hesum, at stirvnar innanhýsis fyrisitingarligar reglur og mannagongdir forða fyri, at nóg nógv og nóg attraktiv størv kunnu verða stovnað í hesum illa sperda ráði. Varð trupulleikin sæddur út frá hesum sjónarmiðnum, vildi stórur partur av trupulleikanum við lógargóðskuni í nevnda ráði kunnað verðið loystur.

Ein onnur orsøk til trupulleikan við lógargóðskuni er eisini, at aðalráðini í alt minni mun fylgja teim mannagongdum og vegleiðingum, ið eru galdandi á økinum. Enn ein orsøk er tann vælkenda støðan, ið er trupul at sleppa av við, har politiska leiðslan og fyrisitingin leggja so nógv uppskot sum gjørligt fyri tingið beint áðrenn, tingsetan endar, við tí avleiðing, at uppskot verða skrumblað í gjøgnum uttan eftirkanning, og uttan at freistir verða hildnar.

Eg havi sum landsstýrismaður í lógarmálum ávarað móti hesi óhepnu gongd og á landsstýrisfundi fyri tíð síðan víst á vaksandi trupulleikan. Kortini mugu vit ásanna, at støðan tykist at versna. Stóra talið av lógaruppskotum, ið varð lagt fyri løgtingið langt inn í november mánað, har nógvu av uppskotunum vóru so sein ávegis, at tey ikki náddu til løgfrøðiligt eftirlit í Innlendismálaráðnum, ber boð um støðuna.

Vit kunnu venda gongdini
Lógir og kunngerðir ávirka allar borgarar og øll samfelagsviðurskifti. Tí er sjálvsagt, at vit støðugt mugu stremba eftir, at lóggáva okkara er skynsom, væl umhugsað og yvirhøvur hóskandi til okkara viðurskifti. Umframt at løgfrøðiligur serkunnleiki er ein fyritreyt, er góð fyrireiking og umsitingarligir karmar grundleggjandi fyri at fáa eitt dygdargott lógarverk. Hetta mugu politikararnir vita og virða.

Vit kunnu hava ymiskar meiningar um, hvørt vit hava lógir um ov nógv viðurskifti ella ikki, men at seta onnur enn løgfrøðingar til at gera løgfrøðiligt arbeiði svarar til at seta maskinmann til handverksarbeiði. Hetta vil sum frá líður fáa størri og størri avleiðingar fyri lógarsmíðið og kann koma at kosta borgarum og samfelagnum dýrt.

Eitt annað stað at seta inn ímóti dalandi lógargóðskuni er løglistin, ið er tengdur at ólavsøkurøðu løgmans. Hesin listi hevur yvirlit yvir øll lógaruppskot, ið landsstýrið ætlar at leggja fyri tingið komandi árið. Trupulleikin er tó, at hesin listi er eitt slag av avrikslista hjá ymisku landsstýrisfólkunum, ið helst vilja hava so nógv uppskot á listan sum gjørligt fyri at vísa sítt arbeiðssemi. Her mugu vit hava í huga, at dygdargott lógarsmíð tekur tíð, og at vit seta okkum sum mál at gera løglistan so realistiskan sum gjørligt heldur enn so langan sum gjørligt. Eg er sannførdur um, at hetta kundi bøtt um støðuna.

Ein styttur løglisti tryggjar kortini ikki betri lógir. Hugburðurin má broytast, so leiðbeiningarnar um uppseting av lógum og um krøv til viðmerkingar til lógartekstin verða fylgdar. Fleiri vegleiðingar mugu eisini fáast til vega, og verandi vegleiðingar mugu uppdaterast í neyðugan mun.

Undirvísing í løgfrøði má skipast beinanvegin
Sum víst á í viðmerking nýliga, eigur løgfrøðiundirvísing at verða skipað á Fróðskaparsetrinum. Slík undirvísing og útbúgving verður helst minni eindarkend enn kenda danska útbúgvingin, og vil løgfrøðiligur førleiki tí lættliga kunna koma enn fleiri persónum (eisini í fyrisitingini) til góðar enn nú. Avleiðingin verður helst, at løgfrøðiligur førleiki verður mentur millum føroyingar, og sannlíka avleiðingin verður eisini betri lógarsmíð. Hetta umframt tann sjálvsagda fyrimunin, at gróðrarbotnur verður skaptur fyri gransking innan serføroysk lógarøki.

Ein almennur lógarpolitikkur má vera
Ein lógarpolitikkur eigur eisini at verða orðaður, har m.a. endamál og ítøkilig tiltøk eiga at verða lýst. Lógarpolitikkurin eigur natúrliga at taka støðu til tvørgangandi spurningar um lógarsmíð, so sum krøv til fyrireiking, innihald, revsireglur, málburð og uppseting.

Samanumtikið má lógarpolitikkur, lógargóðska og akademisk menning innan løgfrøði sigast at hoyra til nøkur av høvuðsmálunum, ið komandi Løgting og samgonga eiga at raðfesta.


Jacob Vestergaard

No comments: