Sunday, January 6, 2008

Kommunurnar størri ábyrgd

Alt síðan álitið frá kommunubólkinum varð handað í 1998, hevur verið tosað nógv um at styrkja kommunurnar, leggja uppgávur út og at arbeiða fyri einum greiðari ábyrgdarbýti millum land og kommunur. Nú 10 ár seinni mugu vit staðfesta, at hetta álvarsmál í stóran mun ikki er komið longur enn til prát.

Ógreiða býtið millum land og kommunur er og hevur verið ein forðan fyri menning á ymiskum økjum. Fyri at taka eitt dømi av teimum mest týðandi úr rúgvuni, kann verða víst á eldraøkið, sum landið enn formliga eigur ábyrgd av, men ger sum minst við, og har kommunur – eisini orsakað av ov lítlum initiativi frá landinum – so lýðandi hava førkað seg inn á økið. Skal eitt slíkt vælferðarøki verða raðfest ordiliga og verða fevnd av nøkrum heldarætlanum fyri menning, so má eitt greiðari ábyrgdarbýti til. Ongin miðvís menning av hesum øki verður, so leingi talan bara er um hissini hálvar loysnir framdar av sperdum og ónøgdum kommunalum myndugleikum í mun til ógreiðar heimildir.

Hetta má broytast. Við útgangsstøði í lógini um sjálvbodnar kommunusamanleggingar og kommunal samstørv í sambandi við lógarbundnar uppgávur skal ítøkilig ætlan gerast fyri, hvussu uppgávu- og ábyrgdarbýtið millum land og kommunur skal greiðast. Kommunurnar hava leingi vilja havt fleiri uppgávur at umsita og hava í ein ávísan mun longu fyrireika seg til hetta – m.a. innan nevnda eldraøkið – og bíða í veruleikanum bert eftir landsmynduleikanum.

Tá nú arbeiðið við at gera felags rokniskaparskipan er komið undir land, er gott høvi hjá landi og kommunum sum skjótast at fara undir at gera eina avtalu um, hvussu eldarøkið, fólkaskúlin og møguliga aðrar uppgávur, skulu flytast frá landinum til kommunurnar at umsita. Avtalan um útlegging skal innihalda eina greiða tíðarætlan fyri, hvussu uppgávurnar skulu flytast undir kommunalt málsræði, hvussu pengar skulu flyta við frá landinum og hvussu lóggávan skal skipast á ymisku økjunum.

Umsitingarliga hava okkara mangan ov smáu kommunur verið ov illa fyri til at taka sær av týðandi vælferðaruppgávum. Við lógini um sjálvbodnar kommunusamanleggingar og kommunal samstørv er stig tikið til at broyta hesi viðurskifti. Kommunurnar skulu, antin við bindandi samstarvi, ella við samanlegging, skipa umsitingina soleiðis, at uppgávurnar verða røktar á fullgóðan hátt.

Við greiðari ábyrgdarbýti í sambandi við útlegging av uppgávum sleppa kommunurnar í størri mun at umsita sínar egnu borgarar, og uppgávurnar verða loystar tættari borgaranum, og fer hetta at geva eina betur tænastu, sum er betri tillagað tørvinum hjá tí einstaka. Hartil fer kommunala arbeiðið og kommunupolitikkur at fáa størri týdning, og vit fáa eitt nærdemokrati við veruligum innihaldi og týðandi myndugleikauppgávum. Umframt hetta er sannlíkt, at broytingin fer at hava við sær, at fleiri førleikakrevjandi størv verða stovnað í kommunalum høpi, og at okkara unga og vælútbúna fólk hevur okkurt at flyta aftur til úti í økjunum.

Á Økrum, hin 6. januar 2008

Jacob Vestergaard

No comments: