Tuesday, December 4, 2007

Skrivstovan hjá SSL á Tvøroyri

Nú tað tykist at gerast greitt fyri alt fleiri fólkum, at málið um uppsøgdu skipararnar á Smyrli ikki snúði seg um, at undirritaði legði seg út í setanina av nýggjum skiparum, men einans vildi tryggja rættartrygdina hjá uppsøgdu skiparunum, hevur framhaldandi drápsroyndin á mítt politiska lív fingið annað innihald.

M.a. Sosialurin og Oyggjatíðindi eru nú farin undir at viðgera spurningin um staðsetingina av umsitingini hjá Strandfaraskip landsins (SSL) á Tvøroyri, og hvørji motiv liggja aftanfyri ta avgerðina.

Tí skal her verða greitt frá tí málinum.

Gongdin í málinum

Tá eg í februar 2007 kunnaði landsstýrið um avgerðina at flyta umsitingina hjá SSL til Suðuroynna, var staðsetingin eisini umrødd.

Í frágreiðingini frá landsstýrisfundinum stendur:"Avtalað var, at landsstýrismaðurin beinanvegin skuldi kunna um, at stovnurin flytir til Tvøroyri. Hetta fyri at sleppa undan kjakinum um, hvar í Suðuroynni stovnurin skal vera".

Í fyrireikingunum av flytingini helt eg fast við tiknu avgerð og gjørda avtalu, nevniliga, at umsitingini skuldi flyta til Tvøroyri. Tey, sum duga føroyska landalæru og kenna til bygdirnar kring Trongisvágsfjørð vita, hvar Tvøroyri er.

Orsøkin til at SSL var flutt til oynna var, at Suðuroynni tørvar styrk við almennum arbeiðsplássum, sum eg meti, eiga at verða býtt meira javnt kring landið.

Orsøkinar til at valið fall á miðbýin á Tvøroyri vóru fleiri. Nakrar av teimum týdningarmiklastu vóru, at hølini, sum stovnurin skuldi húsast í, vóru egnaði og klár pr. 1. januar 2008, soleiðis at verandi og nýggj starvsfólk kundu leggja sín gerandisdag til rættis eftir tí.

Harumframt metti eg tað vera skilagott, um umsitingin fall náttúrliga inn í býarmyndina, og við sínum virksemi var við til at skapa trivnað og gagn fyri økið.

Um farið skuldi verið undir at byggja nýggjan bygning á Krambatanga, við øllum tí sum tað inniber av fyrireiking og loyvum, so hevði tað verið rættiliga ótrygt í mun til tíðarætlanina. Pakkhúsið hjá Farmaleiðum á Krambatanga er eitt gott dømi um tað.

Harumframt er Krambatangi ikki á Tvøroyri, men eitt rímiliga friðaligt stað millum gamla kirkjugarðin og Rúsuna, hinumegin fjørðin. Ein skrivstovubygningur á hesum stað hevði als ikki stuðlað undir býarmyndina og trivnaðin í miðbýnum á Tvøroyri.

Tryggasta loysnin var tí at fara inn í ein verandi bygning, sum kundi innrættast til endamálið. Fleiri bjóðaðu seg fram til at hýsa SSL. Hetta vóru allir persónar, sum eg kenni meira ella minni væl, og sum hvør í sínum lagi hava verið við til at mynda tann framburð, sum hevur verið á Tvøroyri og í Suðuroynni seinastu árini.

Út frá teimum givnu umstøðunum, sum greitt er frá omanfyri, var mett um støðuna og fall valið á "Smiðjuna".

Landsverk, sum er ráðgevi hjá landinum, tá leigumál skulu gerast, metti, eftir at hava kannað bygningin, at "Smiðjan" var væl egnað til endamálið og góðtók Landsverk eftirfylgjandi leigusáttmálan, sum varð gjørdur um "Smiðjuna".

Eg meti, at hetta var eitt gott val og tað er eisini mín kensla, at suðuroyingar sum heild halda tað sama og frøðast yvir at virksemi aftur verður í húsinum.

"Smiðjan", sum nú verður innrættað í samstarvi við SSL, er eitt væl egnað og søguliga ríkt hús, sum liggur staðsett í øki saman við m.a. Toll- og Skatt, Almannastovuni, Postverkinum, Føroya Banka og Eik.

Stásiligi bygningurin, ið hevði sæð sínar bestu dagar, er nú aftur vorðin eitt prýði fyri býin.

Løgmaður inn í málið

Eitt, sum ongantíð hevur verið frammi í málinum um innivist til SSL til Suðuroy er, at málið frá byrjan av hevði so stóran politiskan áhuga, at sjálvt løgmaður kendi seg noyddan at fara inn í málið. Umvegis teldupost, sum løgfrøðiligi ráðgevin hjá løgmanni sendi til SSL og Landsverk, fyri at biðja um innlit í málið, var eg kunnaður um, at løgmaður var farin undir eftirkanningararbeiði sambært § 33, stk. 3 í Stýrisskipanarlógini.

Sjálvur fekk ongantíð at vita beinleiðis frá løgmanni, at eftirkanningararbeiðið var sett í verk.

Seinni fekk eg umvegis løgmansstjóran og aðalstjóran í Innlendismálaráðnum, epost við eini áheitan frá løgmanni, um ikki at undirskriva sáttmála um leigumálið fyrrenn vit høvdu umrøtt málið.

Undir eftirfylgjandi samrøðu millum meg og løgmann, greiddi eg løgmanni frá gongdini í málinum og hví júst "Smiðjan" var vald til at hýsa SSL.

Eg hoyrdi ongantíð aftur frá løgmanni og veit eg tí ikki, hvat kanningararbeiðið hjá løgfrøðiliga ráðgevanum og løgmanni endaði við. Sjálvur metti eg tað vera uppíblanding frá løgmanni í málsøkið hjá øðrum landsstýrismanni.

Tað kann hugsast, at flytingin av SSL til Suðuroyar, er veruliga orsøkin til, at løgmaður lá mær eftir politiska lívinum.

Tað er kanska ikki so torført at skilja. Í áravís hava suðuroyingar valt Jóannes Eidesgaard á ting, og givið honum allar møguleikar at virka fyri oynni. Enn hava suðuroyingar fingið lítla løn fyri hetta trúfesti.

Við at seta meg í starvið sum landsstýrismaður í Innlendismálum vísti Fólkaflokkurin, at tað finnast umboð, sum tora og vilja virka fyri ítøkiligum tiltøkum, sum muna í suðri og hjá útjaðaranum sum heild.

Tískil man tað órógva løgmann, at suðuroyingar nú hava fingið eyguni upp fyri, at tað als ikki eru politikkarar norðanfjørðs, ið forða at Suðuroyggin verður ment, men at tað í nógv størri mun er ein spurningur um, at suðuroyingar higartil hava valt skeiv umboð.

Jacob Vestergaard

No comments: