Friday, November 23, 2007

Málið um uppsøgdu skiparanir

Tann 11. mai 2007 fáa Hanus Lassen og Pauli Larsen, skiparar á Smyrli at vita frá Strandfaraskipum Landsins, at teir skulu úr størvum sínum komandi ársskiftið. Hetta tí, at báðir gerast 67 ár við árslok og hevur tað verið fráfaringaraldurin hjá alment settum síðan 1992.

Tó so, fleiri undantøk eru gjørd síðan 1992. Eisini fyri yvirmenn á skipum hjá Strandferðsluni.

Tann 16. oktober 2007 kemur Fíggjamálaráðið, sum varðar av almenna starvsfólka-politikkinum við nýggjum rundskrivi um fráfaringaraldur.

Rundskrivið fylgir landsstýrisins vilja, sum varð staðfestur á landsstýrisfundi frammanundan, og broytir fráfaringaraldurin til 70 ár, umframt at loyvt verður arbeiðsgevara, sum longu hevur sagt starvsfólki upp vegna 67 ára aldur, at søkja um loyvi at taka uppsøgnina aftur.

Hetta fyri, at dugnalig og ábyrgdarfull starvsfólk, sum eru søgd upp, men ynskja at halda áfram í sínum starvi, skulu fáa møguleikan til tað, um arbeiðsgevarin tekur undir við tí.

Skipararnir hava síðan í summar tosað við stjóran um at halda fram, og dagin eftir rundskrivið søkja skipararnir á Smyrli í tráð við landsstýrisins vilja og fyrrnevnda rundskriv, stjóran á Strandferðsluni um loyvi at halda áfram.

Stjórin á Strandferðsluni sendir fyrispurningin til Fíggjarmálaráðið til viðmerkingar.

Tann 19. oktober 2007 svarar Fíggjamálaráðið, at umsóknin ikki kann verða gingin á møti.

Grundgevingin er í stuttum tann, at Strandferðslan hevur lýst eftir nýggjum skiparum til Smyril. Ongin hevur tó verið til samrøðu og ongin er settur.

Slík grundgeving er sambært løgfrøðiligu ráðgevingini í Innlendismálaráðnum ósaklig og uttan løgfrøðiligt hald, umframt at hon er beinleiðis í ansøgn við almenna starvsfólkapolitikkin, sum Fíggjarmálaráðið skal eitast at umsita.

Einki forðar einum arbeiðsgevara at taka eina starvslýsing aftur og avgera ikki at seta starvið. Heldur ikki um umsøkjarar hava verið til samrøðu.

Slíka niðurstøðu er Løgtingsins Umboðsmaður komin fram til í kærumáli um Løgmanssskrivstovuna.

Tíverri forðar hetta ikki fyrrverandi stjóranum á Strandferðsluni at halda fast við sína avgerð um at senda skipararnar til hús, og soleiðis at seta teirra rættartrygd í vanda.

Hesa ósakligu og løgfrøðiligu ógrundaðu støðu heldur stjórin, stuðlaður av Fíggjarmálaráðnum fast við fram 9. november 2007, tá skipararnir á Smyrli kæra avgerðina hjá stjóranum til Innlendismálaráðið.

Henda møguleika hava skipararnir rætt til og tað var mín ábyrgd og løgfrøðiliga skylda sum kærumyndugleiki at tryggja, at kæran fekk eina sakliga viðgerð og væl grundaða niðurstøðu.

Einhvør, sum kennir til fyrisitingarlig viðurskifti veit, at tað er vanligt at bíða við avgerðum í málum, sum á einhvønn hátt kunnu tengjast at einum kærumáli, ið er undir viðgerð hjá omanfyri liggjandi myndugleiki. Enn meira er hetta galdandi, tá tann, ið er kærdur hevur fingið boð um at bíða.

Um hetta mundið hevði stjórin á Strandferðsluni sett fyrra skiparastavið.

Tí fekk stjórin á Strandferðsluni boð um at bíða við at seta seinna skiparastarvið til kæran varð avgreið.

Hesum tænastuboðum, sum ein landsstýrismaður hevur fullan rætt at geva, lýðir stjórin ikki, tá hann 15. november setur seinna skiparan í starv.

Seinni sama dag fær stjórin seinni tænastuboðini frá undirritaða, har álagt verður stjóranum kalla setanina aftur og soleiðis rætta óheimilaðu avgerð sína í einum kærumáli hjá Innlendismálaráðum.

Boðini verða endutikin dagin eftir, og tá boðar stjórin frá at hann ynskir at verða loystur úr starvi.

Sostatt er púra greitt:

  • At undirritaði ikki hevur lagt seg út í hvør skuldi setast í starv, men einans sum kærumyndugleiki hevur ynskt at tryggja rættarstøðuna hjá uppsøgdu skiparunum, nú landsstýrið hevði longt fráfaringaraldurin til 70, og gjørt tað møguligt hjá longu uppsagdum starvsfólkum at halda fram til henda aldur.
  • At Fíggjarmálaráðið tók eina ósakliga og løgfrøðiliga ógrundaða avgerð, tá ráðið í ansøgn við broytta starvsfólkapoltikkin noktaði uppsøgdu skiparunum at halda fram í størvunum.
  • At stjórin á Strandferðsluni ikki aktaði lógliga givin tænastuboð. At enda vil eg vísa tveimum uppáhaldum aftur.

Tá tað verður sagt, m.a. av løgmanni, at undirritaði álegði stjóranum at "annulera" setanina av seinna skiparanum, so er tað skeivt.

Løgfrøðiliga er munur á at "annulera" ella ógilda og tað at afturkalla og fara undir eina uppsagnartilgongd. Stjórin fekk fyrst lóglig tænastuboð um, ikki at seta seinna skiparan, fyrr enn kæran var avgreidd.

Tá hann ikki vildi lýða hesum boðum, fekk hann boð um at afturkalla setanina tvs. siga seinna setta skiparanum upp sambært almennu uppsagnarreglunum. Hetta er skjalfest.

Hevði stjórin gjørt soleiðis, sum honum var álagt í fyrstu boðunum, og ikki tilvitað roynt at sabotera kærumálsviðgerðina í Innlendismálaráðnum, so hevði ikki verið neyðugt við seinni boðunum.

Tískil kann eisini spurnartekin setast við, hvørt stjórin í heila tikið hevði myndugleikan at seta seinna skiparan.

Tá løgmaður í SVF í gjárkvøldið púra ókritiskt førir fram, at undiritaði hevur lagt seg út í setanarmál á Strandferðsluni, so er tað skeivt.

Eg havi ongantíð í míni virki sum landsstýrismaður havt innlit í, hvør hevur søkt og hvør er vorðin innstillaður til umrøddu størv.

At hetta málið endar á mínum borði kemst eina av, at eg veri kunnaður um samskifti millum fyrisitingina í Innlendismálaráðnum, Fíggjarmálaráðnum og stjóran á Strandferðsluni, og fái soleiðis ábendingar um, at her er við at henda álvarslig fyrisitingarlig misstøk, fyri ikki at siga brot.

Hesar ábendingar verða seinni styrktar í væl grundaðari kæru til Innlendismálaráðið frá uppsøgdu skiparunum.

Eftir stendur so eisini spurningurin, hví tað var so alneyðugt hjá Fíggjamálaráðnum og stjóranum á Strandferðsluni at forða, at verandi skiparar á Smyrli sluppa at halda fram í sínum størvum, sum teir ábyrgdarfult hava røkt í áravís.

Hesin parturin av viðgerðini er kjarnan í málinum og tað er her, at handfarðingin er løgfrøðiliga skeiv, men higartil hava hvørki fjølmiðlar ella løgmaður víst hesum áhuga.

No comments: